Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nýggj gransking sum Noreg, USA og Stórabretland hava samstarvað um bendir á, at høg fólk verða lættari smittað við korona virusi enn lág fólk. Ítøkiliga tvífaldast vandin fyri smittu um hæddin er meira enn 182 cm, skrivar lærdi háskúlin í Agder í einum tíðindaskrivi.

Kanningarnar snúðu seg eisini um at greina vandan fyri smittu, alt eftir inntøku, útbúgving, um tú ert nógv uttandura, um tú brúkar køkin saman við fleiri øðrum og hvussu tú reint likaliga sært út.

Granskararnir halda, at orsøkin til at samband er ímillum hædd og smittuvanda kann vera, at koronavirusið er luftborið og kann smittað ígjøgnum sonevndar aerosolir, sum eru elasmáir dropar sum hanga í luftini í langa tíð.

Kanningarnar fevndu um 2.000 fólk í USA og Stórabretlandi, og sambært granskarunum kann úrslitið vera ein ábending um týdningin av góðum inniklima, ventilatión, og at bera munnbind.

Tað eru tó ikki allir granskarar sum halda, at korona virusið er luftborið í serliga stóran mun. Fleiri hava víst á, at besta verjan er frástøða og hondreinføri, og tað hevði ikki hjálpt so munagott um smittan var luftborin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo