Tað eru nøkur neyðars fólk, sum hvørki hava skil fyri at tosa ella dømikraft til at tiga
- franskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tuberklar hava plágað mannaættina í fleiri túsund ár, og vit eru enn í einum brutalum stríði móti hesi lívshóttandi infeksjónini.

Granskarar hava leingi roynt at finna útav, hvussu bakterian háttar sær inni í kroppinum, og hvussu hon megnar at lumpa immunverjuna.

Hóast framstig eru gjørt í at viðgera, so doyggja millum 1 og 2 milliónir fólk hvørt ár av tuberklum. Mett verður at ein fjórðingur av øllum borgarum heimsins eru berarir av sjúkuni.

Bakterian kann liggja í dvala í fleiri ár, ja, alt lívið, men vandin er at hon herjar á, um kroppurin viknar.

Tað er torført at vinna á bakteriuni, og økt antibiotikaresistens hevur gjørt tað uppaftur verri.

Nú hava so granskarar á NTNU, CEMIR og EMBL Heidelberg megnað at filma tuberklabakteriuna og hennara smartu triks.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo