Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Kærleikagranskarin Dr. John Gottmann er aftur við eini nýggjari bók. Og hesaferð hevur hann svarið upp á best varðveitta loyndarmál í søguni: Hvør eigur skyldina um eitt parlag kollsiglur?

Bókin «Tað kvinnur vilja hava, tað menn vilja hava» verður lanserað í hesum døgum, og í henni stendur svart upp á hvítt at tað eru gerðir mansins sum skapa munin á einum fantastiskum parlagi og einum miseydnaðum.

John Gottman verður ofta umtalaður sum faðirin at samlívsgranskingini, og hevur granskað í tí síðani í 70-unum, og gransking hansara er slóðbrótandi. Pørini verða koyrd í eitt laboratorium – mest líkt einum «Big Brother»-húsi – og so skal parið verða har í upp til 72 tímar.

Út frá hesum tímunum saman fær hann so sagt, hvussu tað fer at gangast hjá teimum í framtíðini.

Henda granskingin hevur so ført til at Gottmann eftir fýra áratíggju kemur til niðurstøðuna at maðurin stendur við lyklinum. Tað er hann sum er avgerðandi faktorurin um eitt parlag er vælfungerandi ella ikki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo