Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tú kennir helst foreldraleysa dreingin við myrka, ívna hárinum, rundu brillunum og z-skapaða arrinum á pannuni. Hann, sum fekk ta tungu lagnuna at vera størsti fíggindi Voldemorts.

Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet og vunnið fleirfaldaðan heiður. Bókarøðin er elskað av fjepparum runt alla verðina, og bøkurnar eru týddar til 78 mál og gjørdar til 8 stórfilmar. Og nú kemur fyrsta Harry Potter-bókin í myndprýddari útgávu.

Myndprýdda útgávan av gandakenda klassikaranum hjá J. K. Rowling er ein skreytbók, ið er ein sonn fragd fyri eygað. Hon er ætlað bæði trúføstum fjepparum og nýggjum lesarum, tí hóast søgan er tann sama, so geva stórfingnu litmyndirnar hjá evnaríka listamanninum Jim Kay tær eina heilt aðra lesiuppliving.

J. K. Rowling sigur sjálv, at hon kennir tað sum ein heiður og er takksom fyri, at Jim Kay gevur okkum burtur av sínum gávum – so her er nógv at gleða seg til!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo