Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Nýggj heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum er løgd fram og handað landstýrismanninum við uttanríkis- og mentanarmálum, Jenis av Rana.

Heildarætlanin fevnir um tvey høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT-virkseminum, siga fyrireikararnir.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Heildarætlanin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo