Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fólkatalið í Havn vaks við sløkum 9% frá 2016 til 2020. Hetta hevur lagt stórt trýst á kommunulæknaviðtalurnar. Nýggj viðtala kom í Kirkjustræti í 2019, sum húsar fimm læknum. Við hesum varð táverandi tørvur á kommunulæknum í Tórshavnar kommunu nøktaður.

Men longu nú er aftur tørvur á fleiri kommunulæknaviðtalum. Hvør kommunulækni kann hava upp til 1600 kundar.  Sum er ber ikki til hjá borgarum at velja kommunulækna, tí viðtalurnar eru fullar.

Heilsutrygd hevur mælt Heilsumálaráðnum til at seta trý nýggj kommunulæknastørv – harav eitt í Suðurstreymoy, men umstøður eru ikki í løtuni til nýggjar kommunulæknaviðtalur. Tí má kommunan útvega nýggj høli.

Í løtuni hevur kommunan leigumál í Miðlon og við Berjabrekku við sama útleigara. Mælt verður til at gera avtalu við útleigaran um at leingja leigusáttmálan við Berjabrekku, tí hølini verða nú út- og umbygd til at kunna hýsa fimm kommunulæknaviðtalum - og harvið einum nýggjum kommunulækna. 

Hølini verða klár í januar 2023. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo