Sunda kommuna: Seinasta vikuskiftið lat upp nýggj café í Tjørnuvík. Talan er um hugnaligu Sand-café by the Beach.
Tað eru hjúnini Søren Magnussen og Naiana Azevedo Magnussen sum í felag reka caféina sum hevur áleið 20 sitipláss inni umframt at til ber at seta seg oman á sandin at eta. Tey selja døgurðamat og dessert umframt kaffi og leskidrykkir. Opið er mánadag-leygardag frá kl.11.00 - 20.00 og sunnudag frá kl.13.00 - 20.00.
Sunda kommuna fegnast um nýggju caféina og ynskir Søren og Naiana bestu eydnu frameftir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo