Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Joe & The Shitboys: Føroysku punkararnir, ið vunnu heiðurslønina Ársins Artistur á FMA 2020, og ognaðu sær fyrstaplássið í tónleikakappingini Sement 2021, eru nú klárir við enn eini útgávu: The Reson for Hardcore Vibes (Again), ið kom út í dag, 16. Novembur 2021.

Talan er um 10 løg, sum eru 10 minuttir og 27 sekund tilsamans, sum teir hava prentað á eina ljósareyða 7-tumma vinyl, ið er tøk í Tutl, Spotify og á teirra Bandcamp-síðu.

Føroysku punkararnir gera nógv um seg, má sigast. Hetta hava fólk sagt um teir:

"Great bass, great drummer hooked up really well with the guitar, with killer riffs, and really clever and catchy and uh.. WHAM vocals" - Iggy Pop (BBC Radio 6 Music)

"Joe & The Shitboys were the best thing we saw at Iceland Airwaves … No-one is safe from their cheeky tongue and no-bullshit approach.” - NME

“The best thing to happen to music since Beethoven, maybe" - Dork

“The band are truly causing mayhem and we're so here for it.” - The Line of Best Fit

“Clamouring, urgent + genuine protest punk” - Gigwise

Joe & The Shitboys hava seinastu tveir mánaðirnar spælt eina rúgvu av væl-ummældum konsertum í Stórabretlandi og Niðurlondum, og hava teir longu fleiri uttanlands konsertir planlagdar í 2022:

20. Januar - Eurosonic Noorderslag (ESNS), NL

27. Januar - Northern Winter Beat, Aalborg DK

1. Februar - Duffy’s, Leicester UK

2. Februar - Boileroom, Guildford UK

3. Februar - Esquires, Bedford UK

4. Februar - Redrum, Stafford UK

Joe & The Shitboys eru:

Fríði Djurhuus - sang
Sigmund V.P. Zachariassen - guitar, kór
Sjúrður Samuelsen - bass, kór
Jónsvein Mikkelsen - Trummur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo