Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetur Føroya: Allarflestu føroyingar eru væl nøgdir við háttin, ið føroyskir myndugleikar hava handfarið koronu-farsóttina. Tey allarflestu taka eisini undir við tiltøkunum, sum føroyskir myndugleikar hava sett í verk ímóti koronu. Samanborið við onnur lond er álitið stórt á myndugleikarnar. Næstan øll siga ja takk til koppseting. Men umleið fimtihvør ber ótta fyri langtíðarárinum av koppsetingini.

Hetta eru nøkur av úrslitunum í nýggjari kanning, sum Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur gjørt í mai og juni í 2021. Umleið 1000 fólk hava luttikið í kanningini, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, og hvørs endamál er at kanna álit á vísindaligar myndugleikar og hugburð til ymiskar samfelagsligar og vísindaligar spurningar (t.d. koronu, veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd, stovnsrøkt og veiðutrýst). Greiningarfyritøkan Lóður hevur stjórnað kanningini, og Heini í Skorini, adjunktur og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur ábyrgdina av verkætlanini.

Kanningin er gjørd í samstarvi við stóra granskingarverkætlan á Århus Universitet, sum ber heitið HOPE (”How Democracies Cope with Covid”), og sum verður fíggjað av Carlsberg-grunninum. Tí hevur verið gjørligt at seta nakrar av somu spurningunum í átta evropeiskum londum aftrat Føroyum. Og tí ber til at samanbera Føroyar við onnur lond.

Stórt álit á myndugleikarnar
Ein partur av kanningini snýr seg um hugburð til aktuellar spurningar viðvíkjandi koronu. Og kanningin gevur ábendingar um, at føroyingar hava stórt álit á heilsumyndugleikarnar, og at føroyingar í stóran mun taka undir við leistinum, sum føroyskir myndugleikar hava stungið út í kortið.

Mynd 1 vísir, at ein stórur meiriluti (umleið 70 prosent) svarar, at tiltøkini ímóti koronufarsóttini hava verið hóskandi. Síðani halda tveir minnilutar upp á góð 10 prosent, at føroyska samfelagið antin hevur gjørt ov nógv ella ov lítið av.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo