

Ein umfatandi kanning av spanska fólkinum sær út til at avlíva alla vón um, at hópimmunitetur er ein møguleiki móti sjúkuni kovid-19.
- Sjálvt um Spania hevur verið meint rakt av kovid-19, so er lítið av andevni, og harvið ikki nokk til at skapa hópimmunitet, er niðurstøðan hjá fleiri sponskum granskarum í viðurkenda tíðarritinum The Lancet.
Millum teir 61.075 persónarnar, sum vóru við í kanningini, fanst bara andevni hjá fimm prosentum sum er neyðugt at tryggja mótstøðuføri móti koronavirusinum, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo