Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Umboð fyri Hoyvíkar kirkju og borgarar í Hoyvík hava í fleiri umførum ynskt at betra um kirkjugarðsleiðina, soleiðis at líkbilurin við fylginum kann fara umvegis Dalin Langa niðan í nýggja kirkjugarðin.

Hoyvíkar kirkja varð bygd í 2007, og liggur sunnan fyri miðstaðargøtuna Karlamagnusarbreyt. Kirkjugarðurin er staðsettur norðan fyri Klingruna.

Í dag koyrir líkbilurin eftir Løgmannabreyt, tá líkfylgið fer seinastu ferðina úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin. Hetta verður ikki mett sum ein serliga virðilig leið, umframt at leiðin tykist rættiliga long.

Tí hevur verið ynskt, at seinasta leiðin úr kirkjuni niðan í kirkjugarðin verður betrað og gjørd meiri virðilig.

Vegurin skal ganga frá kirkjutorginum yvir til verandi gøtu í Dalinum Langa og niðan í kirkjugarðin, so at líkfylgið kann fara beinleiðis út kirkjuni og niðan í kirkjugarðin.

Mælt var nú býráðnum til at játta 950 túsund krónur til at fara undir arbeiðið. Hetta varð einmælt samtykt á býráðsfundi hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo