Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vilja vit vera við, ella skulu vit lata tey sunnan Gøtueiði koyra í einum hægri gervi enn vit? Tað er spurningurin.

Eg haldi vit skulu vera við, tí annars søkka vit so ræðuliga langt afturúr uppá rættuliga stutta tíð.

Nú er tunnilin undir Tangafirði ein realitetur og meira enn helvtin av Føroya fólki býr innan fyri ein radius av 15 min. koyritíð frá Vaglinum í Havn. Um samferðslan, og serliga kollektiva samferðslan, sum okkara børn og ungu serliga eru brúkarar av, ikki er á nóg høgum støði, kunnu vit rokna við at tað gongur út yvir trivnaðin longur burtur. Skjótt verður tað til, at t.d. fleiri av teimum, sum fara á miðnámsskúla ella til hægri lestur, ikki kemur aftur.

Tað var eitt stórt mistak, tá ið táverandi landstýrismaðurin bjóðaði koyringina hjá Bygdaleiðum út av nýggjum, væl vitandi at skjótt varð koyrandi undir Tangafirði. Uttan nakra brúkarakanning ella nakað sum helst vórðu Bygdaleiðir bundnar niður á sama vánaliga støði 7 ár fram í tíð.

Leiðin millum Klaksvík og Havnina er høvuðsleiðin hjá Bygdaleiðum. Kravið má vera, at samband er stytstu leið hvønn heila tíma í báðar rætningar frá 06:00 á morgni til 24:00 á kvøldi. Hetta hvønn dag á árinum, uttan mun til hvør dagurin er.

Tá hendan leiðin ikki var við í útbjóðingini ella ikki var til, tá útbjóðingin fór fram, eigur hetta at vera stovnað sum ein nýggj leið. Løgtingið eigur at játta neyðuga peningin, og SSL eigur at bjóða hesa leiðina út serstakt millum áhugaðar arbeiðstakarar.

Leiðin um Sundalagið eigur at fáa frið og koyra, sum hon ger og hevur gjørt. Men leiðin Klaksvík-Tórshavn umvegis Runavíkina eigur at koma afturat við omanfyri nevnda frekvensi.

Eitt gott kollektivt samband er lykilin til menning á so nógvum økjum.

Frímund Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo