Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikahøllin Fimi var tikin í nýtslu í 2011 og er karmur um tvær hallir til estetiskan fimleik og eina stóra høll til amboðsfimleik. Høllin er sera nógv brúkt bæði av fimleikafeløgum, dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Hvønn dag koma hundraðtals fólk í høllina.

Innan fimleik er stór menning. Til amboðsfimleikin hoyrir lopgrøv, ið skal taka stoytin, tá ymisk lop o.a. vera gjørd. Við verandi hentleika er vandi fyri skaðum, meðan ynski er um at fáa eina lopgrøv við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin tá lopið verður.

Føroya Fimleikasamband, Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag hava í felag gjørt eitt tilmæli til nýggju útgerðina í FIMI í samband við, at støðið hjá okkara bestu fimleikarum í Føroyum er hækkað.

Ljósið og Havnar Fimleikafelag meta, at tað er mest hóskandi at útvega eina samansetta loysn, ið ger tað møguligt at venja amboðsfimleik í fremstu røð, umframt at annað fjølbroytt virksemi kann vera í Fimi undir tryggum umstøðum. Hesum tekur Ítróttaanlegg eisini undir við. At útvega slíka loysn verður mett at kosta umleið eina miljón krónur.

Føroyskur fimleikur tekur seg alsamt fram í altjóða høpi og vónandi fara nakrir av okkara fremstu íðkarum at luttaka í EM í desember. Í hesum sambandi er ein lopgrøv eitt neyðugt amboð, fyri at íðkararnir fáa bestu umstøður at venja í.

Bæði Mentamála- og fíggjarmálanevndin hava tikið undir við tilmælinum, sum býráðið skal taka støðu til á býráðsfundi nú hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo