Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Um man ger eina timburbryggju framvið lendið her Úti á Bakka fær man lagt bæði Westvard Ho og Norðlýsið undir Tinganesi.

Somuleiðis kundi man staðsett Nólsoyarpáll herúti nú hann skal flytast ísv umlegging av Vágsbotni. Somuleiðis fáa vit eina nýggja gonguleið. 

Í dag kann man ikki ganga vestanfyri Tinganes.

Kann ikki ímynda mær at friðingarmyndugleikin kann seta seg upp ímóti uttan so at dýpið er ov grunt.

Lendið verður órørt. Man byggir seg út á sjógv.

Her burdi verið kyrt nú havnaútbyggingin sær út til at verja væl fyri.

Hetta kundi verið ein mentanarlig perla skamt frá Tinganesi við angandi søgu frá farnari tíð.

Veljari í Tórshavn

Les eisini:

Kommunuval: Ein gongubrúgv í Tinganesi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo