Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talan er um landsdyst nummar 31 hjá Heina Vatnsdal, tá Luksemborg og Føroyar trína á Stade de Luxembourg - Mynd: Hans Erik Danielsen

Talan er um landsdyst nummar 31 hjá Heina Vatnsdal, tá Luksemborg og Føroyar trína á Stade de Luxembourg - Mynd: Hans Erik Danielsen

Talan er um landsdyst nummar 31 hjá Heina Vatnsdal, tá Luksemborg og Føroyar trína á Stade de Luxembourg - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað eru ikki bara smávegis skaðar, troyttleiki og leikbann, ið gera um seg, nú landsliðsvenjarin skal seta liðið til útidystin móti Luksemborg. Venjarin má eisini taka hædd fyri próvtøkunum, sum eru á skránni í hesum døgum.

Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø eru ikki við á ferðini í Luksemborg. Odmar hevur leikbann, meðan Jákup, ið skoraði eitt framúr mál móti litavum, er upptikin við próvtøkum hesa vikuna.

Håkan Ericson hevur tí gjørt fýra broytingar á liðnum, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum í 2-1 sigrinum móti Litava farna leygardag.

Teir 11, ið byrja á Stade de Luxembourg, eru hesir: Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

Á bonkinum sita Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Daniel Johansen, Jóan Símun Edmundsson, Hannes Agnarsson, Ári Mohr Jónsson, Heðin Hansen og Patrik Johannesen.

UEFA Nations League dysturin millum Luksemborg og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo