Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á aðalfundi hjá IRF í dag varð nevndin mannað av nýggjum, og hesi vórðu vald:

Gunvá við Keldu, Klaksvík, Hans Anders Jacobsen, Strendur, Oluf Müller, Kvívík, Jóanis Albert Nielsen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Alvi Mortensen, Tvøroyri.

Nevndin skipaði seg beint eftir fundin við Hans Anders Jacobsen sum formanni og Jóanis Albert Nielsen sum næstformanni.

Í mun til gomlu nevndina, vórðu 5 fólk skift úr nevndini.

Í gomlu nevndini vóru: Tummas Lervig, Klaksvík, Artur Johansen, Strendur, Petra Iversen, Kvívík, Jonhard Joensen, Sandavágur, Bjarki Henriksen, Sandur og Kristina Roest, Trongisvágur.

Nevndin hjá IRF verður vald eftir kommunuvalini og situr í fýra ár. Viðtøkurnar siga, at seks fólk verða vald í nevndina at umboða hvør sítt øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo