Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Eyðbjartur Skaalum er nývaldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

Eyðbjartur Skaalum er nývaldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

Eyðbjartur Skaalum er nývaldur nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

Føroya Lærarafelag: Formansval og nevndarval eru á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í dag. Undan aðalfundinum var greitt, at formaðurin seinastu trý árini, Jacob Eli S. Olsen, heldur fram, tí einki mótvalevni er. Hinvegin var ikki greitt, hvørji tvey fóru at verða vald í nevndina. Fyri vali stóðu Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevur verið skrivari í tvey skeið. Andrea á Rípuni, sum hevur verið í nevndini fleiri skeið, stillaði ikki upp aftur.

Fýra valevni bjóðaðu seg fram til nevndina. Skipað í bókastavarað:

Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi

Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla

Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri

Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla

Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla

Tá ið avtornaði vóru Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum valdir við ávikavist 191 og 132 atkøvøðum. Nevndin í Føroya Lærarafelag er sostatt hendan:

Jacob Eli S. Olsen, formaður, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum. Nevndin skipar seg í næstum.

1. tiltakslimur er Annbritt Toftegaard og 2. tiltakslimur er Augusta Egholm Petersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo