Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Síðani ár 2000 er eitt øki á stødd við Frakland komið afturat við skógi.

Ein rapport frá Trillion Trees vísur at átakið at planta trø hevur verið ein suksess fleiri staðni í heiminum.

Við hjálp frá satellittfoto og kanningum er úrslitið at 589.000 km² er endurreist av skógi. Og svarar hetta til eitt øki á stødd við Frakland.

Tilsamans eru millum 22 og 25 milliardir nýggj trø komin í teimum endurreistu umráðunum.

Trillion Trees er eitt samstarvsprosjekt millum WWF, BirdLife International og Wildlife Conservation Society (WCS).

Men hóast hesi góðu tíðindini um endurreisingina av skógi, so verður nógv meira skógur feldur.

Síðani ár 2000 er um 3.860.000 km² skógur feldur, sjey ferðir so nógv sum er endurreist.

Bara higartil í ár eru 1740 km² regnskógur feldur í Amazonas, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo