Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyskt vinnulív far eina uppaftur betur flutningstænastu, nú Faroe Ship bjóðar ein nýggjan flutningsmøguleika.

Hvørt mikukvøld siglir Vantage av Havnini til Hanstholm, har skipið er frammi fríggjakvøld. Leygardag siglir skipið aftur til Føroyar.

Nýggja siglingin tryggjar, at eitt nú feskar føroyskar fiskavørur kunnu vera frammi á evropeiska marknaðinum sunnukvøld.

Fráferðin úr Hanstholm leygardag gevur somuleiðis viðskiftafólkunum hjá Faroe Ship enn fleiri innflutningsmøguleikar.

- Við hesum tilboðnum fáa viðskiftafólkini hjá okkum enn betri avskipingarmøguleikar úr Føroyum og enn betri atkomu til útlendsku marknaðirnar, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship.

Vinnan hevur havt ynski um nýggja flutningsmøguleikan, og Faroe Ship fegnast um at flutningsmøguleikarnir við hesum er vorðnir enn fleiri.

Faroe Ship hevur fráferðir úr Føroyum mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag.

Havnin í Hanstholm munandi útbygd Føroysk sjóvinna og Hanstholm hava eina langa søgu og tann veruleikin kemur bæði Faroe Ship og viðskiftafólkunum til góðar, nú nýggja siglingin fer í gongd.

Í 2020 var Hanstholm Havn liðugt útbygd fyri meira enn 650 milliónir krónur, har betrað var um molar, atløgumøguleikar, siglingardýpi, umframt ein nýggjan 350 metrar langan bryggjukant.

Hanstholm Havn bjóðar góðar umstøður at taka ímóti góðsi og at fáa góðsið skjótt og gott víðari.

- Vit bjóða Faroe Ship hjartaliga vælkomin til Hanstholm. Vit hava sett fulla ferð á menningina av Hanstholm Havn, og vit ivast ikki eina løtu í, at viðskiftafólkini hjá Faroe Ship koma at fáa stórt gagn av okkara tænastum og tilboðum, sigur Nils Skeby, stjóri í Hanstholm Havn.

Fyrsti túrurin hjá Vantage til Hanstholm verður 14. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo