40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini tóku í 2016 stig til at fáa til vega undirvísingartilfar um føroyska arbeiðsmarknaðin. Hetta varð gjørt í sambandi við, at tað í 2016 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsti kollektivi sáttmálin millum tvey feløg á landi varð gjørdur.

Feløgini settu seg í samband við Nám um at gera tilfarið. Nám stendur fyri og hevur serkunnleika til undirvísingartilfar til føroysku skúlarnar.

sBókin Arbeiðsmarknaðurin er nú tøk, og er sum útgangsstøði ætlað til undirvísingina í samfelagsfrøði á miðnám.

Helgi Abrahamsen hevur skrivað bókina. Hann hevur lagt stóran dent á at skriva tilfarið soleiðis, at tað er lætt at skilja. Av somu orsøk kunnu summir partar eisini verða brúktir í hádeild fólkaskúlans.

Gingið verður ígjøgnum ymiskar fyriskipanir á arbeiðsmarknaðinum, og viðgjørt verður hvønn týdning hesar hava fyri okkara samfelag. Nógvir tættir eru í samlaðu myndini, og Nám sigur í kunningina um bókina, at tað hevur verið ein avbjóðing at velja ímillum, hvat skuldi við, og hvat ikki skuldi við.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um sBókina, sum er ógvuliga væl úr hondum greidd, og felagið fegnast um, at tað nú er undirvísingartilfar um føroyska arbeiðsmarknaðin tøkt til skúlarnar at nýta.

Arbeiðsmarknaðurin er ókeypis sBók, og er at finna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo