Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mai 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt við Miðhorn, partur av matr. nr. 1160a, í Tórshavn.

Uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina skipar økið við raðhúsum og íbúðum, í mesta lagi 97 bústaðir í alt.

Økið liggur í A1 øki og A2 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt við Miðhorn, liggur frammi her á heimasíðuni og í Snarskivuni frá 31. mai 2022 til 12. juli 2022.

Tilfarið sæst her: 

- Serstøk byggisamtykt við Miðhorn

- Kunngerð - Nýggj serstøk byggisamtykt við Miðhorn, Tórshavn

- Støðumynd

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 12. juli 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo