Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mentunargrunnur Studentafelagsins: Bommhjarta er framhald av Brahmadellunum frá 2010, og søgan tekur við, tá ið Tóvó sleppur úr fongslingum í Horsens, har hann hevur sitið í mong ár fyri tær gerðir hann framdi í tí undanfarnu bókini.

Søgan flytir seg aftur og fram í tíð, men kjarnin er allatíðina Eigil og hansara uppruni í Sumba. Hvussu tað harðrenda altíð fylgir honum, tó at hann mangan vil nakað annað.

Einastaðni miðskeiðis í skaldsøguni skrivar hann til mammuna: "Ongin segði, at tað skuldi vera lætt at liva, men viðhvørt ivast mann í um tað er ómakin vert at skula klóra, krúpa og gráta seg ígjøgnum eini fýrs ár, og afturfyri fáa ein spaða av mold í gronina, sum tú plagar at taka til".

Søgan um Eigil Tvibur er á tremur av harðskapi, girnd, kærleika, óndskapi og mongum øðrum, sum tilveran ser setta saman av.

Bommhjarta er ein framúr skaldsøga, og enn einaferð hevur Jóanes Nielsen gjørt hol í sjógv í føroyskum bókmentum.

Permuna gjørdi Rannvá Mortensen. Føroyaprent gjørdi bókina. Mentunargrunnur Studentafelagsins, gevur tær 367 blaðsíðurnar út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo