Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bogi Petersen, Rói B. Poulsen, Brandar Heðinsson, Ebba Sofía Kruse, Silja Av Reyni Wennerström og Ragna Maja Kruse

Bogi Petersen, Rói B. Poulsen, Brandar Heðinsson, Ebba Sofía Kruse, Silja Av Reyni Wennerström og Ragna Maja Kruse

Bogi Petersen, Rói B. Poulsen, Brandar Heðinsson, Ebba Sofía Kruse, Silja Av Reyni Wennerström og Ragna Maja Kruse

FUR: Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) 4. juli 2020 var Rói B. Poulsen afturvaldur sum formaður í felagnum.

Nývald í starvsstjórnini eru Bogi J. Petersen frá felagsskapinum CISV-barnalegur og Silja Av Reyni Wennerström frá Sosialistisk Ung og Amnesty Ung.

Starvsstjórnin er, umframt formaðurin Rói B. Poulsen, mannað soleiðis:
Ebba Sofía Kruse, Dramaverkstaðið
Brandar Heðinsson, Unga Tjóðveldi
Ragna Maja Kruse, Dramaverkstaðið
Bogi Petersen, CISV barnalegur
Silja Av Reyni Wennerström, Sosialistisk Ung og Amnesty Ung (eykanevndarlimur)
Asta Abrahamsen, KFUM skótarnir í Føroyum (eykanevndarlimur)

FUR er felagsumboð fyri íalt 49 barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum, harav 20 limafeløg og 29 lokalfeløg.

FUR umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo