Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fyri 10 árum síðan skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs seg inn í hjørtuni á føroyskum ungdómi við skaldsøguni Skriva í sandin. Nú er ein nýggj ungdómsskaldsøga komin, sum aftur hesa ferð skrivar seg beint inn í samtíðina.

Skaldsøgan viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Sum rótskot snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær.

"Ein sigandi og rørandi ungdómsbók um fýra tannáringar, ið ynskja at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, hóast tað til tíðir kann kennast nyttuleyst. Rithøvundurin leiðir okkum ígjøgnum lív teirra, ið er fylt við kenslum sum vónloysi, sorg, forelskilsi og gleði. Bókin er løtt at lesa, og tá ein er byrjað, er torført at sleppa henni aftur. Ein bók um veruliga lívið og um ein sera relevantan og álvarsaman trupulleika, sum er umráðandi at varpa ljós á." – Linnéa L. Petersen

”Hvussu langt kunnu vit loyva okkum at fara fyri at vinna og røkka rættvísi? Millum annað hendan spurning viðger Marjun Syderbø Kjelnæs í nýggju ungdómsskaldsøguni Sum rótskót. Bókin er áhugaverd fyri ættarliðið, sum vit kunnu nevna Gretu Thunberg ættarliðið. Men eins og í ungdómsskaldsøguni Skriva í sandin viðger rithøvundurin eisini onnur evnir, sum eru viðkomandi fyri ung eitt nú vinarlag, familju og seksualitet. Ein góð og gevandi bók!” – Tráin Petursson Nónklett

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Bókin er heft við klaffum og er 123 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo