Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Firouz Gaini luttekur í altjóða granskingarverkætlan, sum fer av bakkastokki í 2016. Verkætlanin, við heitinum ‘Valuing the past, sustaining the future: Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities’, hevur fingið fíggjarjáttan frá FINNUT (Forskning og innovasjon i utdanningssektoren) hjá norska granskingarráðnum. Fimm út av 62 umsóknum fingu játtan.

Anne Trine Kjørholdt, professari á Norsk senter for barneforskning á NTNU, er verkætlanarleiðari.

Talan er um tvørfakliga komparativa kanning, sum hyggur at dynamiska samspælinum millum útbúgving, lokalsamfelag og arbeiðslív í ‘stranda’ kommunum í Noregi, Kýpros, Írlandi, Australia og Føroyum. Verkætlanin hyggur at trimum ættarliðum í øllum samfeløgunum - ungdómur, foreldur og ommur/abbar – fyri at lýsa og greina á hvønn hátt vitan/læring verður borin millum ættarliðini. Eisini verður hugt at sambandinum millum formliga útbúgving og lokala óformliga læring.

Firouz Gaini umboðar Fróðskaparsetur Føroya í hesi verkætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo