Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bygningurin, har Tannlæknastovan heldur til í dag í Tórsgøtu, er bygdur í 1907. Síðani 1959 – tað vil siga í 61 ár - hevur bygningurin hýst barnatannrøktini.

Tolnar hava tær, tannlæknar, tannrøktarar og tannatstøðingar gjørt sítt arbeiði til lítar at ansa eftir tonnunum hjá okkara børnum. Ikki hevur verið nógv alment kjak um tørvin á nýggjum tíðarhóskandi hølum, tí teirra arbeiði hevur havt fyrstu raðfesting.

Hesi 4 árini sum borgarstjóri havi eg havt mangan starvsdag fyri hesum røsku kvinnum, 25 ár, 30 ár, 35 ár, 40 ár og enntá onkur hevur verið longri. Eg eri djúpt hugtikin av hesum kvinnum, ið stillisliga bara hava gjørt sítt  arbeiði til UG.

Tíðin er komin at geva barnatannrøktini tíðarhóskandi karmar og útgerð. Tað koma at ganga uml 900 børn á skúlanum á Fløtum og 1200 næmingar eru á Glasi, og tí er tað upplagt, at nýggju viðtalurnar hjá barnatannrøktini eisini verða staðsettar nærhendis skúlunum.

Hesum vilja vit arbeiða fyri.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo