Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv færri doyggja og smittutølini tykjast nú minka, siga nýggjastu tølini úr landinum har Omikron frábrigdið fyrst fór at gera um seg.

Tað er ikki meira enn fimm vikur síðani, at heilsumyndugleikarnir í Suðurafrika boðaðu WHO frá og ávaraðu um nýggja frábrigdið, sum tyktist smitta sera illa.

Síðani er frábrigdið staðfest um stóran part av heiminum, eisini her um okkara leiðir.

Men áhugavert er tað, at har sum sjúkan av fyrstan tíð tók seg upp, er hon at kalla ikki til meira. Frá at blíva 50 faldað eftir fáum vikum er talið á nýggjum, dagligum tilburðum nú nógv minkað.

Í eini kanning, sum suðurafrikanskir granskarar hava givið út í International Journal of Infectious Diseases sæst millum annað, at 4,5% av teimum sum verða innløgd við Omikron variantinum av korona doyggja. Tað talið var 21,3% tá talan var um tey sum vóru innløgd við Delta variantinum. Eisini sæst í frágreiðingini, at talið á teimum, sum enda á intensivari deild er fallið við 80% og miðaltalið á innleggingardøgum fyri hvønn sjúkan er minkað úr 9 døgum niður í 4 dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo