Sambært Flightradar so hevur nýggja A320-neo flogfarið hjá Atlantic Airways gjørt tríggjar royndartúrar, tann seinasti hevur verið í dag.
Tann 18. juni 2019 boðaði Atlantic Airways frá, at "um ein mánað kemur fyrsta neo-flogfarið í flotan, sum verður langtiðarleigað frá amerikanska felagnum Air Lease."
Og sambært stjóranum í Atlantic, Jóhannu á Bergi, so er ætlanin at flogfarið skal koma til Føroya fríggjadagin, um alt nú gongst eftir vild.
- Tá verður móttøka á flogvøllinum, men nær hon verður, er ikki fastlagt enn, sigur Jóhanna á Bergi við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo