Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú verða persónupplýsingarnar hjá vanliga føroyinginum betri vardir. Tað er greitt eftir Løgtingið í dag samtykti at seta nýggja dátuverndarlóg í gildi í Føroyum.

Eitt høvuðsmál við nýggju lógini er, at persónliga frælsið hjá tí einstaka verður virt, tá ið teirra persónupplýsingar verða skrásettar og viðgjørdar. Eisini fær tann skrásetti borgarin í størri mun ræði á sínum egnu persónupplýsingum.

Umframt at seta høg krøv til trygdina, tá ið persónupplýsingar verða viðgjørdar, verða hesi rættindi tryggjað:

##med2##

Í 2018 setti ES í gildið eina nýggja fyriskipan um dátuvernd. Hon verður rópt Genereral Data Protection Regulation – GDPR. Við nýggju føroysku dátuverndarlógini leggja Føroyar seg upp at GDPR, sum er vorðin altjóða standardurin innan fyri dátuvernd.  

”Eg haldi tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi. Nýggja dátuverndarlógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum eisini varðar av løgmálum í landsstýrinum. 

Nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi 1. januar 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo