At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2010 tóku vit okkum saman í ein bólk, sum hevði til endamál at varveita øki fram við Sandá, serliga øki millum Sandá og Støðlagøtu, tí ætlanir vóru frammi um at byggja har.

Vit noyðast at ásanna, at tað ikki er eydnast okkum at náa tí málinum. Vit stríddust ímóti býráði, friðingarnevndini, yvirfriðingarnevndini og innlendismálaráðnum, men taptu stríðið.

Friðingarnevndirnar góðtóku eitt frávik frá tí generellu friðingini fram við Sandá, so býráðið kundi samtykkja eina nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið, og landsstýrismaðurin staðfesti byggisamtyktina.

Við nýggju byggisamtyktini kundi býráðið tann 24. februar 2011 samtykkja at geva byggiloyvi til nýggja kirkju á hesum økinum, men okkara stríð hevði ført við sær, at tað hendi við tí minst møguliga meiriluta.

Stígur kom í ætlanina hjá kirkjuráðnum, og tí gekk byggiloyvi út. Nú hevur kirkjuráðið søkt um byggiloyvi av nýggjum, og málsgongdin gjøgnum friðingarnevndinar byrjaði av nýggjum eisini. Vit gjørdu eina seinastu roynd at mótmæla, men góðkenningin frá friðingarnevndum stóð við. Enn er tó viðgerðin í býráðnum eftir. Kanska tað kann eydnast nýggjum kreftum at náa tí máli, sum vit ikki náddu, um tær átaka sær uppgávuna?

Í tilfarinum, sum er sent við umsóknini um byggiloyvi, verða fleiri tilvísingar gjørdar til náttúruna í økinum, har ætlanin er at byggja:

Tá tú spákar tær á gøtunum í økinum, ber til at uppliva tónleikin frá ánni, angan frá plantum og runnum, veðurbardu klettarnar og vakra útsýni út á Nólsoyarfjørð”

Um byggiætlanin verður veruleiki, so verður nógv av hesum burtur – plantur, klettar og útsýni.

Í Sandá eru hólmar, sum í myndamáli standa sum sterkar borgir í vatnmeldrinum”

Um byggiætlanin verður veruleiki, fara hesar borgir ikki at síggjast av Argjum.

Uppruna lendið er ógvuliga sermerkt hagalendi, sum liggur vakurt og friðsælt fram við Sandá – og mitt inni í býnum”

Tá liðugt er at byggja, verður meginparturin av tí nú so sermerkta hagalendinum burtur.

Landslagið og umhvørvið, har nýggja kirkjan á Argjum skal standa, er ógvuliga sermerkt. … Lendið er eisini sermerkt við stórum vøkrum klettum á stykkinum. Flestu klettarnir miðskeiðis á stykkinum og heilt oman móti gamla spinnarínum. Ein stórur partur av klettunum liggur fagurliga fram við ánni. Lyngur og aðrar hagaplantur prýða lendið millum klettarnar.”

At hendan lovprísing av økinum kann brúkast sum grundgeving fyri at burturbeina stóran part av klettunum og vøkstrinum er okkum ein gáta. Hvussu kann nakar vænta, at eitt byggipláss bara er júst tað økið, har kirkjan skal standa, og at ikki er brúk fyri nógvum metrum út um støðið? Og tá er ikki nógv eftir, tí støðumyndin vísir, at veggirnir eru heilt nær við klettarnar.

Økið er serstakt. Tað er inngrógvin partur av Argjum og fólk brúka økið hvønn einasta dag. Serstakt huglag er við Sandá, og tað er helst orsøkin til, at økið er friðað í sínari tíð. Tað eru ikki orsøkir, ið tala fyri, at serstaka náttúran skal víkja fyri einari kirkju á friðaða økinum. Tann enn rættiliga óspilta náttúran fram við Sandá eigur ikki at víkja fyri einari ætlan, ið ikki er samfelagsliga neyðug.

Ynski um eina kirkju byggir á eina fatan hjá fólki, ið sita í kirkjuráðnum. Tað finst einki taltilfar ella annað, ið ger greitt, at tørvurin er bráðneyðugur. Bert eitt ynski um broyting. Okkara púra greiða fatan er, tað er ikki samfelagsliga neyðugt at byggja eina kirkju á Argjum. Spyrjast kann, hví náttúran skal víkja í einum so ógvisligum inntrivi.

Enn er ikki ov seint at bjarga hesum grøna økinum, men um ikki yngri kreftir halda seg framat, er fryktandi fyri, at meginparturin at teimum grønu økjunum í nánd av ætlaðu byggingini fara undir asfalt, tí tað er greitt at síggja, at alt ov fá parkeringspláss eru í ætlanini. Tá kirkjan einaferð er tikin í nýtslu fer at koma fram, at neyðugt er við fleiri, og tá fer at verða grundgivið fyri, at neyðugt er at víðka um parkeringsøki.

Vit, sum higartil hava roynt at stríðast fyri umhvørvinum kring Sandá, hava ikki somu orkuna at halda á longur. Vónandi eru nøkur eldhugaði yngri fólk, sum vilja stíga fram um okkum nú og taka eitt seinasta stríð á hesum økinum, náttúru og fólki at frama.

Áhugabólkurin fyri bjarging av Sandá
v/Steen Juul Pedersen
160 Argir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo