Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Myndina tók Dorit Hansen

Myndina tók Dorit Hansen

Myndina tók Dorit Hansen

Í skjótt 100 ár hevur mentanarritið Varðin verið trúfastur boðberi av føroyskari mentan. Millum ár og dag hava nógv mentafólk ritstjórnað ritinum, og hesi seinastu 5 árini hevur Dorit Hansen við hepnari hond borið ritið víðari inn í nútíðina við áhugaverdum tíðargreinum, ummælum og væl viðgjørdum upprunatekstum frá føroyskum høvundum.

Nú Dorit leggur frá sær, ber hon stafettina víðari til eina ritstjórn við trimum kvinnum, tveimum bókmentafrøðingum og einum høvundi, Sanna Andrassdóttir Dahl, Sanna Klein og Rakel Helmsdal.

Nýggja ritstjórnin fermentanarrit. Tað er ikki nóg mikið, at mentanartíðindi finnast á netinum í stuttlívaðum netmiðlum, men eisini í pappírsformi, har tað verður ein partur av okkara mentanarsøgu.

Ritstjórarnir hava ymiska bakgrund og kunnu tí lætt skapa fjølbroytni í tekstum og innihaldi. Tær vilja, at pláss skal vera fyri ymiskum tekstsløgum og at geva debutantum pláss. Tær ætla eisini, at javnvág skal vera millum kyn og aldur av teimum, sum skriva og teimum, skrivað verður um.

Ritstjórnin sóknast sjálvandi eftir tilfari til komandi Varðan, hetta kann vera:

• Yrkingar, stuttsøgur og annað bókmentanarliga forvitnisligt tilfar

• Mentanargreinar

• Ummæli av bókmentum, myndlist, tónleiki, filmi, sjónleiki og øðrum listagreinum

• Týðingar av yrkingum, stuttsøgum o.ø.

Freist at senda nýtt tilfar til Varðan er 10. august. Hetta er ikki long freist, men tær vóna, at fólk hava tilfar liggjandi ella vilja nýta ein part av hesum vakra summarinum at skriva tilfar, sum tey hava hug at fáa í Føroya einasta mentanarrit.

Tilfarið skal sendast til ritstjornin(at)mentanarrit.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo