Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Í gjár var ein stórur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nú nýggja røntgan bleiv tikin í nýtslu. Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri, sigur, at tað er eitt stórt arbeiði, ið liggur aftanfyri hetta.

Suðuroyar Sjúkrahús setti tveir radiografar í starv í fjør fyri at fáa gongd í skannaran sum var komin á Sjúkrahúsið. Beinanvegin eftir at radiografarnir vóru settir, og skannarin komin í gongd, varð farið undir eina tilgongd til at útvega nýggja røntgu. Táverandi røntga hevði avmarkingar. T.v.s. tað var ikki møguligt at taka ávísar røntgenmyndir. Eftir at játtan til keyp av nýggjari røntgen var komin uppá pláss, hava starvsfólk á sjúkrahúsinum verið við til at skipa fyri hvussu røntgenhølini skulu innrættast. Maskinmeistarin á sjúkrahúsinum hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, sum eisini stendur liðugt til tíðina. Alt arbeiðið við at gera hølini klár, er gjørt lokalt í Suðuroynni og er tað nakað, ið sjúkrahússtjórin fegnast um.

Røntgan varð keypt í desember 2020, er av slagnum Ysio max, frá Siemens og er loftupphongd, mótvegis gomlu røntguni, ið stóð á gólvinum. Við gomlu røntguni bar ikki til at taka ávísar røntgenmyndir t.d. av mjadnum og albogum, og tískil noyddist fólk altíð av oynni, tá hetta skuldi gerast. Nú nýggj røntga er komin, ber til at taka allar vanligar myndir á staðnum og dekkar hon tískil allan tørvin í Suðuroynni.

CT-skannarin, ið kom í apríl/mai í fjør, hevur eisini dúgliga verið í nýtslu. “Fyrstu 7 mánaðirnar eftir at skannarin kom, høvdu vit 479 skanningar á sjúkrahúsinum. Hesar høvdu allar verið gjørdar norðanfjørðs, var skannarin ikki komin”, sigur Hans Pauli.

Í gjár varð so røntgan nýtt fyri fyrstu ferð og starvsfólkini á sjúkrahúsinum hava nú eitt heilt nýtt, gjøgnumtonkt høli, við nýggjari, sera framkomnari útgerð.

Hans Pauli sigur, at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið, ið er gjørt. “Eg vil takka øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri teirra leiklut í hesum og takka teimum sum hava gjørt arbeiði. Eg vil eisini takka Siemens fyri ráð og samstarv. Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús skulu hava tøkk fyri sparring, og til seinast, vil eg eisini takka politikarunum, ið hava arbeitt fyri at útvega okkum játtanina”, sigur hann at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo