Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hildu at sirkusið á Glasi var yvirstaðið, men tað heldur fram og verður stuttligari og stuttligari.

Sum timburnæmingur á Glasi, sært tú mangt.

Øll í Føroyum hava bíðað líka spent til henda flotta nútímans bygning.

Nú er komið eitt bíligt telt upp uttanfyri Glasir, har timburdeildin skal halda til, tí pláss er ikki inni í skúlanum til okkum næmingar at virka.

Sirkusið á Glasi heldur fram.

Hetta teltið minnur mest um Ólavsøku, tivoli, tombola. 

Har er ikki inniverandi, teltdúkurin blaktrar og brestur í vindinum.

Eitt telt sum loysn í 2020!!

Inni á verkstaðnum eru maskinur, sum eru gjørdar til snikkaraarbeiði, men tað eru eingir snikkarar, sum fáa útbúgving á Glasi.

Tilber ikki hjá timburmonnum at brúka snikkaraborðið sum skinklar, tey eru við at detta sundur, ikki meira enn 3 ára gomul.

Umstøðurnar er trongar, vit munna vera um 60 timburnæmingar, sum eru deildir upp. Tað er ein verkstaður, ein klassastova inni á Glasi, hinir flokkarnir eru sendir yvir á gamla skúlaheimið, í ein soppafongdan hjallara.

Tú fært ikki ein 6 metrar planka inn á verkstaðið, uttan at kappa hann í trý, fyri at fáa hann úr goymsluni - ein logisk akademisk loysn!

Timburmenninir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo