Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Nýggjastu bøkurnar frá Bókadeildini hava okkurt at bjóða øllum børnum og ungum, frá teimum yngstu pinkubørnunum til tannáringarnar. Ein fitt bók um eitt smábarn og eina kettu, ein stór og stuttlig bók um Mimbo Jimbo og vinirnar, ein herlig bók um Heimsins vandamiklasta harkalið, ein innilig bók um lívið á markinum til tannárini, og ein ungdómsskaldsøga eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs, sum skrivar seg beint inn í samtíðina.

Fitta kiskan
Ein fitt bók um forvitna, lítla barnið, sum sær eina kettu fyri fyrstu ferð. Kettan ger so nógv stuttligt og er so sera mjúk. Michel Van Zeveren skrivaði og myndprýddi. Bókin er ein pappbók, 28 síður og til tey uml. 0-1 ára gomlu.

Flúgvibókin
Jakob Martin Strid hevur aftur skrivað eina stuttliga og stóra bók, har vit bæði hitta nýggjar vinir og kendar bókavinir sum Mimbo Jimbo. Drongurin Austin er horvin, og nú má stórasystirin Minna royna at finna hann. Lukkutíð hjálpir ein ófør, lítil heks henni. Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum. Bókin er innbundin, 70 síður og til tey uml. 2-6 ára gomlu.

Heimsins vandamiklasta harkalið 2 – Gravrænarar
Ein stuttlig bók við nógvum myndum og fýra søgum um Heimsins vandamiklasta harkalið. Killer, Kryvjarin og Skrappi hava sligið seg saman við Vampýrrósuni. Tey gera øll í grannalagnum hjartkipt og liggja í einum hørðum tvídrátti við Ræðuliga dreingjaharkaliðið. Arne Svingen skrivaði, og Ida Larmo myndprýddi. Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 128 síður og til tey uml. 7-10 ára gomlu.

Málverjin og havið
Ein nýggjur fótbóltsvenjari ger lívið trupult fyri tólv ára gamla málverjan Lenu Líð. Trilli hugsar um, hvussu hann skal fáa ta nýggju gentuna í flokkinum at varnast seg. Og á sjónum baksast abbin sum vant uttan at hugsa um, at hann er blivin gamal. Tey mugu øll stríðast, men hvat skalt tú gera, tá tað bara er mótvindur, og eingin leggur í tað, sum tú dugir? Tú kanst í øllum førum ikki geva upp. Bókin er sjálvstøðugt framhald av Vafluhjørtu eftir Mariu Parr. Ása H. Ellefsen týddi úr norskum. Bókin er heft, 264 síður og til tey uml. 11-13 ára gomlu.

Sum rótskot
Nýggja ungdómsskaldsøgan eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Sum rótskot snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin er heft við klaffum, 124 síður og til ung.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo