Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nýggjársnevndin í Vági: Nýggjárshaldið í Vági er helst tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum, sum ár undan ári dregur fólk til Vágs á ársins síðsta degi. Í fjør varð nýggjárshaldið merkt av koronastøðuni, soleiðis verður lutvíst eisini í ár, hóast stórir partar av kendu skránni verða gjøgnumførdir sum vant.

Vanlig ár er nýggjárshaldið í Vági ein samanrenning av innandura og uttandura tiltøkum. Innandura tiltøkini fevna um ókeypis morgunmat fyri vágbingar og vitjandi, stórt barnatiltak um dagin í Vágs Høll og stóran dans eftir nýggjársbálið og fýrverkshow. Men orsaka av korona-støðuni eru øll innandura tiltøkini avlýst.

Uttanduratiltøkini verða tó sum vant, við kirkjurenning nýggjársmorgun, og um midnáttarleitið við faklagongu, báli og stórum fýrverkshowi. Skráin fyri uttanduratiltøkini er hendan.

Kl. 10.00 Skipar Hvistan fyri árligu kirkjurenningini frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur – tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Kl. 23.40 Blikkini niðan á Eggjarnar, í Fjallinum og vesturi við Sandin verða tendraði

Kl. 23.45 Faklagongan við monnum fer frá Vágs Skipasmiðju – kvinnurnar ganga frá Meinigheitshúsinum

Kl. 00.00 Faklagongan kemur á Tríkantin. Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin áðrenn eldur verður sett á bátin og Føroya størsta fýrverksshow byrjar. 

Heitt verður á øll um at hugsa um almennu korona-tilmælini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo