Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jólini eru farin afturum, og vit siga nú farvæl til eitt ár og vælkomin til eitt nýtt. Hetta gevur høvi til at hyggja bæði aftur og fram í tíðina – at meta um farin avrik og umhugsa komandi ætlanir.

Tað, sum farið er, er farið! Vit kunna ikki broyta men læra av og taka virðismiklan førning við okkum inn í framtíðina. Guds orð er livandi, og í hesum samanhangi er gott at minnast orðini í Filippibrævinum 3,14 um, at lata tað liggja eftir, sum einans tyngir á ferðini. Hin vegin eru tað lívgandi at hava í huga orðini hjá Jeramia 29,11 við sær fram á leiðini: ”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.” Við hesum í huga, er øll grund til at gleðast tí bæði okkara fortíð og framtíð er fult og heilt fevnd av Guds náði og kærleika.

2020
Í 2018 fór Føroyska Bíbliufelagið frá at vera limafelag til stuðulsfelag, og hetta nýggja tilknýtið til Bíbliufelagið hevur veruliga prógvað sín týdning í 2020.

Eitt er, at felagið í 2019 kom meira á tal við fólk kring landið, men tað stavnhaldið var í 2020 sera nógv skert av Korona sum so mangt annað.

Men í sambandi við innsavningarátakið í november til nýggju bíbliuumsetingina, kann sanniliga sigast, at stuðlarnir av álvara hava prógvað nýggju heitið.

Tann undirtøkan, sum Føroya fólk kring alt landið og úr øllum kirkjum og samkomum hevur víst, er langt omanfyri tað, sum vit høvdu væntað og vónað.

Stóra tøkk øll somul og takk Gud fyri gevaralyndið í okkara fólki!

Í fjør komu vit ikki út við nakrari útgávu men í ár eru tvær útgávur at fegnast um. Tann fyrra bókin var «Guds undurfullu orð», har vit eisini gjørdu ein lýsingarfilm, sum liggur á heimasíðu og Facebook-síðuni hjá Bíbliufelagnum. Seinna bókin kom út í vikuni upp til jóla, og er hetta upprunaføroyska bókin «Skaparaverkið», sum Marta A. Dalsgaard hevur teknað og sett orð til.

Tað stóra takið er framvegis nýggja umsetingin av allari Bíbliuni, sum Hans Jacob Joensen hevur latið Bíbliufelagnum. Við sera góðu undirtøkuni, hava vit góðar vónir at náa á mál innan heilt fá ár, men tað er framvegis tørvur á dyggum stuðli á øllum økjum fyri at náa hesum.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum, sum ætlandi fer at koma út í 2021, gongu eisini væl. Her ynskir felagið at koma út við eini app, har upplestur fylgir við.

Takk Føroya fólk!
Tað eru nógv, ið við gávum, forbøn og hjálp av ymsum slagi, rætta Bíbliufelagnum hond. Øllum tykkum vilja vit bera eina hjartans tøkk og ynskja Guds ríku signing.

Føroyska Bíbliufelagið ynskir tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,
Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo