Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú stendur um føðingina hjá samgonguni at fáa uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni fyri Løgtingið.

Burðurin sigst vera sera trupul, tí ávísir samgongumenn eru trekir at fáast við.

Fyri at fáa teir báðar tvørámenninar í samgonguni at boyggja seg fyri samgonguleiðarunum, verður sterkur lútur brúktur.

Álítandi keldur vilja vera við, at fyri at temja teir báðar Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, er ætlanin at lata Varðanum tey bæði aliloyvini, sum landið ræður yvir í Suðuroy.

Varðin er møguliga einasta fyritøka í Suðuroynni, sum megnar at fíggja tvey alibrúk og at seta laksavirki á landi í gongd.

Og tá Varðin frammanundan hevur sítt virksemi á Tvøroyri, bendir alt á, at Tvøroyri framyvir verður karmur um laksaframleiðsluna í Suðuroynni.

Tað kemur sjálvandi dátt við hjá vágbingum, sum hava sett sína vón til, at okkurt laksavirksemi fór at taka seg upp í Vági.

Tað er alla æru vert, at Varðin tekur enn eitt tak fyri Suðuroynna.

Men tað verður trupult hjá Høgna, Aksel og Poul at renna undan, at politiskir rossahandlar eru neyðugir fyri at fáa alla manningina upp á pláss.

At keypa tvøratingmenninar fyri tvey aliloyvir, sum vinnuráðharrin fer at lata Varðanum, er ikki so galin handil og ein win-win støða fyri bæði tvøratingmenninar og fyri samgonguna.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo