Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mánamorgunin komu báðir teir nýggju sløkkiliðsbilarnir hjá Vága Floghavn við Norrønu. Eftir at hava verið til sýn á Akstovuni, blivu teir koyrdi vestur á flogvøllin týsdagin.

Sløkkiliðsbilarnir eru framleiddir í Eysturríki, og eru av slagnum Panther 6X6s. Talan er um sera framkomnar sløkkiliðsbilar, sum eru bygdir serliga til flogvallir, og sum lúka øll myndugleikakrøv til nýtslu á flogvallum.

Teir gomlu sløkkiliðsbilarnir sum eru 19 og 21 ára gamlir eru seldir til HCA Airport (Odense Lufthavn). Teir fara av landinum við Norrønu seinni í mánanum.

”Vit bóðu um tilboð frá 4 veitarum av slíkum flogvallarbrandbilum, úr ávikavist Týsklandi, Italia, Hollandi og Eysturríki. Tilboðið frá Rosenbauer í Eysturríki var mett at verða tað mest áhugaverda”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Samlaði sáttmálin við Rosenbauer ljóðar uppá góðar 7,9 mió kr.

”Nú sløkkiliðsbilarnir skulu skiftast út hava vit lagt stóran dent á at framtíðartryggja tilbúgvingina á flogvøllinum soleiðis, at vit eisini kunnu takað ímóti størri flogførum í framtíðini. Og tað kunnu vit við hesum nýggju brandbilunum, sum rúma gott 9000 litrar av vatnið hvør. Tá bilarnir eru komnir lúka vit sostatt categori 8 krøvini, og eru væl fyrireikaðir á hesum økinum til eina framtíðar menning av virkseminum á Vága Floghavn” sigur Jákup Egholm Hansen, rakstrarleiðari á Vága Floghavn.

”Nýggju bilarnir eru væl útgjørdir, við m.a. stórum tangum og tveimum vatn-/skúmsproytum á hvørjum bili. Vága Floghavn er ein sonevndur categori 6 flogvøllur, har minsta kravið er, at hava sløkkiliðsbilar við 8000 litrum av vatni tilsamans. Nú kemur Vága Floghavn sostatt uppá næstan 20.000 litrar” sigur Jákup Haraldsen, tilbúgingarleiðari á Vága Floghavn.

Sløkkiliðsbilar av hesum slagnum verða eisini brúktir av øðrum flogvallum um okkara leiðir - eitt nú í Kastrup og Billund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo