Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Visit Faroe Islands: Visit Faroe Islands hevur latið úr hondum nýggjan bókling um føroysku kirkjurnar. Við orðum og vøkrum myndum verða kirkjurnar kring landið lýstar.

Bóklingurin, ið er framleiddur í tøttum samstarvi við Fólkakirkjuna og kunningarstovurnar, greiður lesaranum frá føroysku kirkjusøguni og teirri serstøðu, kirkjan og kristindómur hevur havt fyri føroyska samfelagið.

Endamálið við bóklinginum er at seta sjóneykuna á føroysku kirkjuna sum stað, sum er vert at vitja, og at gera tað lættari hjá vitjandi, útlendskum eins og føroyskum, at fáa innlit í kirkjurnar og teirra søgu. Eisini verður víst á siðvenju og hvussu tú bert teg virðiliga at í kirkjunum.

Umframt yvirskipaðar lýsingar um trúgv, byggilist o.a., verða ellivu útvaldar kirkjur í Føroyum lýstar nærri. Hesar ellivu eru valdar, tí tær hava fastar upplatingartíðir. Bóklingurin er nevniliga ein roynd at gera kirkjurnar meiri atkomiligar. Í bóklinginum er eisini eitt kort, ið vísir, hvar allar 62 kirkjurnar í Føroyum eru.

Endamálið við bóklinginum er sostatt bæði at fáa søgurnar um kirkjur og trúgv meiri fram í ljósið, men eisini at breiðka úrvalið av tilboðum og upplivingum, sum eru atkomilig í Føroyum, ikki minst mentanarligum upplivingum, ið eru tøkar alt árið.

Bóklingurin, ið er framleiddur í føroyskari og enskari útgávu, er ókeypis og verður at finna á kunningarstovum og aðrastaðni, har nógv fólk vitja.

Til ber eisini at fáa prentað eintøk við at venda sær til Visit Faroe Islands.

Sí føroyska útgávu

Sí enska útgávu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo