Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Nýggja skipið er sniðgivið av Karstensen skipasmiðjuni í Skagen, sum eisini stendur fyri byggingini. Skipið verður eftir ætlan handað P/F Christian í Grótinum í januar 2022. Byggikostnaðurin verður umleið 300 mkr.

Nýggja skipið, M/S Christian í Grótinum, verður slakar 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 m3. og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski.

Fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina, verður øll útgerðin til nýgga skipið vald við umhugsni. Endamálið er at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling.

Motorurin, Wärtsila 31, er tann mest orkusparandi á marknaðinum. Motorurin hevur katalysator (SCR) fyri at minka um útlátið, og lýkur hann IMO Tier III-krøvini. Spillhiti frá motorinum verður brúktur til upphiting.

Við bryggju kann skipið binda í landstreym. Um ongin landstreymur er, verður umhvørvisvinarligur havnageneratorur brúktur, ið gevur lítið ljóð frá sær.

Nýggja skipið hevur elektrisk spøl og fiskapumpur, ið krevja minni orku enn hydraulikkspøl. El-orka verður genererað, tá trolið verður skotið, og verður m.a. brúkt til køliskipanina.

Skipið hevur tríggjar RSW køliskipanir á 1100 kW og eina lítla skipan til viðlíkahaldskøling. Hetta gevur eina effektiva køling av fiskinum í tangunum. Snið og stødd á tangunum gera sítt til at veiðan verður væl handfarin.

Umstøðurnar hjá manningini eru sera góðar við øllum nútímans hentleikum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo