Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Tá ið tú flytur í eitt nýtt land, kunnu nógvir spurningar, nógv ivamál og nógvar avbjóðingar av ymsum slagi stinga seg upp.

Soleiðis byrjar nýggi faldarin, sum Fólkakirkjan hevur gjørt til tilflytarar, sum eru búsetti í Føroyum.

Í dag var fyrsti integrasjónspresturin – ella samansjóðingarpresturin – í Føroyum, Marjun Lómaklett, á gátt hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Marjun hevur havt eitt got samstarv við Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur, síðani hon varð sett í starv 1. februar í ár. Presturin hevur eitt nú vitjað Kvøldskúlan, har tilflytararnir læra seg føroyskt.

Og nú er so ein nýggjur faldari gjørdur, sum er ætlaður øllum tilflytarum. Heðin Mortensen fekk fyrsta eintakið av faldaranum, sum longu er at fáa í Snarskivuni á Vaglinum.

Faldarin vísir í stuttum, hvat tilflytararnir kunnu brúka prestin til.

- Øll eru vælkomin at seta seg í samband við meg og fáa góð ráð og vegleiðing, tá ið eitthvørt leikar á, sigur Marjun Lómaklett, sum frammanundan var sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.

Fólkakirkjan hevur sett sær fyri at vera við í hesum góða verki – at sjóða tilflytararnar saman í føroyska samfelagið.

- Aðalmálið er at vera teimum, ið koma til landið, til gagns og nyttu andaliga og tímiliga, so tey kenna seg vælkomin og verða møtt við heitum hjørtum, ið eru hjástødd gerandis og heilagt, sigur Fólkakirkjan.

Marjun Lómaklett heldur til á Hoydalsvegum 1- beint við Havnará. Skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Í faldaranum ber til at kunna seg nærri um virksemið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo