Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Í gjáramorgunin stóð innleiðsla á skránni á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Tað er fyrstu ferð, at slíkt stendur arbeiðsskránni í januar mánaði, og tí var tað eisini ein serlig løta at bjóða teimum 25 nýggju lesandi í sjúkrarøktarfrøði vælkomnum. 

- Vit hava stórliga brúk fyri skikkaðum fólki í okkara heilsuverki, og tí er tað ein sera góð kensla at síggja, at tað legst so væl aftrat, sigur Chik Collins, rektari um eykaupptøkuna, sum Mentamálaráðið setti sum arbeiðssetning í fjør.

Í sambandi við játtanina til Fróðskaparsetrið, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið í fjør, segði hann m.a., at Búskaparráðið hevur víst á, at næstu 10 árini fer tørvurin á fakfólki á vælferðarøkjum, so sum á heilsuøkinum og eldrarøktini at vaksa nógv, og tí hevði hann tikið avgerð um at uppraðfesta at útbúgva fleiri fólk.

- Økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal tí eisini nýtast til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi, so tað longu frá 2022 verða tiknir upp tveir flokkar, og málið er at taka upp tveir flokkar á hvørjum ári, segði landsstýrismaðurin.

Nú hevur fyrsti "vetrarflokkurin" so fingið lestrarkort og hevur nú nakrar dagar við innleiðslu, har tey hitta sínar undirvísarar og starvsfólk á DHS annars, læra um tær skipanir, sum eru, fáa góð ráð frá Ráði teirra lesandi og frá mentorum.

May-Britt Skoradal, varadekanur á DHS sigur, at í fyrstuni valdaði ivi um, hvussu trongligt tað fór at verða á Vestaru bryggju, nú eyka upptøka skuldi vera. Men hon sigur, at tað fer at bera til.

- Tó verður tað ein avbjóðing seinni, tá Náttúruvísindadeildin (sum er í sama bygningi) eisini fer at taka fleiri lesandi inn, sigur hon.

Tað er nevniliiga eisini stórur tørvur á KT-fólki í samfelagnum, og tað hevur við sær, at eyka upptøka somuleiðis verður fyrireikað á NVD, umframt at nýggj masterútbúgving í dátuvísindum eftir ætlan eisini skal byrja næsta ár.

Vit ynskja okkara nýggju sjúkrarøktarfrøðilesandi hjartaliga vælkomin á Setrið og bestu ynski við lestrinum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo