Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Meginfelag Føroyskra Studenta: Meginfelag Føroyskra Studenta er felagið hjá lesandi í Føroyum og føroyskum lesandi í útlondum. Felagið varð stovnað í 1962 og hevur tí nógv ár á baki. Mikudagin 22. juli helt MFS árliga aðalfundin, har nýtt ráð og nýggjur forseti vórðu vald.

Nógv virksemi hevur verið seinasta árið. Í heyst í fjør var MFS vertur fyri norðurlendsku lestrarráðstevnuni NOM (Nordisk Ordförande Møte), har umboð fyri norðurlendsku og baltisku lestrarfeløgini luttóku. Evnini á ráðstevnuni var sálarheilsa hjá lesandi og Bologna-tilgongdin. Harafturat var MFS eisini vertur fyri ráðstevnuni NAIS (North Atlantic Islands’ Student cooperation) fyri lestrarfeløgini í útnorði.

Árið hevur eisini verið sera nógv merkt av arbeiðnum at gera bygnaðarbroytingar í MFS. Eitt nú eru viðtøkurnar endavendar og dagførdar, og mannagongdir eru gjørdar arbeiðið hjá MFS sum heild. Nevnast kann millum annað, at farið er frá at nýta kynjaði starvheiti so sum forkvinna og –maður til at nýta kynsnevtrala heitið forseti.

Nýggjur forseti í MFS er 26 ára gamli Tór Marni Weihe, sum lesur praktiska filosofi á Aalborg Universiteti. Nýggja ráðið er skipað soleiðis:

Tór Marni Weihe, forseti
Karla Neslíð, varaforseti
Barbara Gaardlykke Apol, ráðsskrivari
Brandur Arnoarson, fíggjarstjóri
Borgný Súsonnudóttir Hansen, altjóða skrivari
Erika Høgnadóttir, samskiftis- og marknaðarførslustjóri
Hjalti í Jákupsstovu, ráðslimur
Niels Arge, ráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo