Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu tíðina hava fólk staðið í bíðirøð at hjálpa ukrainum sum eru í svárari neyð í heimlandinum, og nú er so ein nýggjur og genialur háttur at hjálpa vorðin sera vælumtóktur.

Fólk eru farin at leiga íbúðir hjá ukrainum gjøgnum AirBnb, uttan tó nakrantíð at møta upp, skrivar TV 2.

Ein av teimum, sum hevur gjørt tað er 43 ára gamli Janus Tobias Saito-Madsen. Hann hevur bókað fleiri rúm "proforma" í ukrainsku býunum Kharkiv og Mariupol.

Og sambært AirBnb so hevur firmaið móttikið í 48 tímar knappar 2 milliónir dollarar í bíleggingum frá fólki, sum ikki ætla sær at búgva har, men donera pengarnar ístaðin fyri.

Tað skrivar stjórin í AirBnb, Brian Chesky, á Twitter.

AirBnb hevur eisini undirstrikað á Twitter, at AirBnb fær ongan peningaligan vinning av hesum, men at allur peningurin fer óskorin til ukrainska útleigaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo