Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

H71: Simon Olsen er dani sum áður hevur starvast sum venjari hjá Viborg og í Skive. Simon hevur eisini verið venjari hjá úrvalssliðum í Jysk Håndbold forbund. Hann skal umframt at venja OKKARA menn eisini venja børn og ung í H71.

Vit í H71 gleða okkum til samstarvið við Simon. Afturat sær at venja besta manslið hjá H71 fær Simon tveir royndar hjálparvenjarar, sum áður hava vunnið felagnum nógv heiðursmerki, Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen. Eisini Dejan Lacok og Heri Ziska halda fram komandi kappingarár sum ávíkavist málverjavenjari og kropsligur venjari.

Nevndin í H71 ferð samstundis at takka Einari Jónssyni fyri tíðina, hann tók sær av okkara bestu kvinnum og monnum, og at ynskja honum blíðan byr í Noregi, har hann hevur tikið við nýggjum venjaraavbjóðingum.

Simon Olsen sigur við heimasíðuna hjá H71:

Jeg er meget glad og stolt, over at kan kalde mig cheftræner i H71 fra den kommende sæson. Jeg har kun hørt godt om klubben, og efter gode snakke med klubben omkring rammer, set-up osv. så var jeg ikke i tvivl om, at det var det rigtige for mig. Jeg glæder mig til at opleve den færøske håndboldkultur, og ikke mindst at komme til en topklub, der spiller med om medaljer hvert år.

Jeg ser Færøerne være en håndboldnation, der virkelig er på vej fremad, hvilket også ses på de seneste præstationer fra A- og U- landshold.

Så jeg glæder mig meget til at komme op og blive en del af det og være med til at udvikle videre på det flotte arbejde.

Derudover glæder vi os som familie til at få en kæmpe oplevelse i et helt nyt land, som har mange fantastiske ting at byde på."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo