Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing. Nýggir tilflytarar kunnu tí nú venda sær til integrasjónsvegleiðaran á Útlendingastovuni at fáa vegleiðing um praktisk viðurskiftir sum til dømis, hvar tey kunnu býta útlendska koyrikortið um til føroyskt ella, hvar tey kunna læra seg føroyskt. Tilflytarar kunnu eisini biðja um eina integrasjónsviðtalu, hvørs endamál er at geva tilflytarum ráð og vegleiðing, sum eru lagað til teirra viðurskifti og tørv.

Viðtalan er fyrst og fremst ætlað teimum, sum flyta til Føroya í sambandi við familjusameining, og teimum, sum hava arbeiðsloyvi og hava samfylgjandi familju við sær. Viðtalan er ikki ætlað til norðurlendingar. Tað er sjálvboðið hjá tilflytarum at venda sær til integrasjónsvegleiðaran, og tað hevur onga ávirkan á uppihaldsloyvið. Hann er ikki partur av viðgerðini av uppihaldsloyvum, og viðtalan er í trúnaði.

Undir viðtaluni verður til dømis tosað um, hvaðani tilflytararnir eru , teirra útbúgvingarstøði og arbeiðsroyndir, familjuviðurskiftir og áhugamál, og teirra ætlanir í Føroyum. Hava teir børn, so verða teirra viðurskiftir og áhugamál eisini viðgjørd, um foreldrini ynskja tað. Harumframt fáa tilflytarar yvirskipaða kunning um rættindir og skyldur, og hvat ið væntað verður av teimum. Teir fáa eisini vegleiðing í vælferðarskipanum, har tað er hóskandi. Integrasjónsvegleiðarin vísir eisini til aðrar starvsfelagar ella almennar myndugleikar um neyðugt.

Integrasjónsvegleiðarin kann eisini samstarva við aðrar almennar og kommunalar myndugleikar og stovnar, privat arbeiðspláss, hjálparfelagsskapir, ítróttafeløg og onnur, sum koma í samband við tilflytarar í dagliga virkseminum.

Durita Kastalag hevur røkt starvið sum integrasjónsvegleiðari á Útlendingastovuni síðani 1. November 2020. Hettar er eitt fyribilsstarv fram til 31. oktober 2021.

Áhugað kunnu venda sær til Duritu Kastalag á Útlendingastovuni við at ringja á telefon 356099/357979 ella skriva til duritak(at)vs.fo / info(at)utlendingastovan.fo.

New Integration Officer at the Faroese Immigration Office
Moving to a new country can be exciting and enriching but can also be challenging. It is not always easy to know who one should contact when needing advice or guidance. Now, immigrants can contact the Integration Officer at the Faroese Immigration Office for guidance on practical information such as where and how they can change their driver’s license to the Faroese license or where they can learn Faroese. Immigrants can also request an appointment for an integration consultation to receive advice and guidance tailored to their circumstances and needs.

The consultation is for those who move to the Faroe Islands on a family residence permit or on a work permit with accompanying family members. The consultation is not available to Nordic citizens. It is important to note that contacting the Integration Officer is voluntary and this does not affect one’s residence permit. The Integration Officer is not part of processing residence permit cases and the consultation is confidential.

During the consultation, the immigrant’s personal background will be discuss such as where they are from, their educational level and work experiences, family situation and interests, and their plans in the Faroes. If children are involved, their situation and interests may also be discussed, if the parents are interested. In addition, immigrants will receive general information on rights and duties as well as what is expected of them. They will also receive guidance on relevant areas on the welfare system if relevant. The Integration Officer can also refer to other colleagues or public authorities if necessary.

The Integration Officer can also cooperate with other public and local authorities and organizations, the private sector, non-profit organizations, sports associations, and others who have regular contact with immigrants.

Durita Kastalag started her position as Integration Officer at the Faroese Immigration Office on 1. November 2020. This position is temporary until 31. October 2021.

Interested individuals can contact Durita Kastalag at the Faroese Immigration Office by either calling 3566099 / 357979 or writing to duritak(at)vs.fo / info(at)utlendingastovan.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo