Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Martin Tvede Zachariasen, sum hevur verið rektari á ITU í Keypmannahavn seinastu árini, er settur í parttíðar fyribilsstarv sum pro-rektari fyri undirvísing og góðsku á Fróðskaparsetri Føroya.

Eisini er avtalað, at Martin skal stuðla Setrinum at skipa nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum, sum Mentamálaráðið hevur útvegað játtan til.

Umframt at hava staðið á odda fyri ITU, er Martin Tvede Zachariasen ph.d., dr.scient og er adjungeraður professari í teldufrøði á Setrinum, so fakligu førleikarnir til at fyrireika nýggju útbúgvingarligu KT-kósina í Føroyum mugu sigast at vera í lagi.

Fróðskaparsetrið hevur gjørt fyribilsavtalu við Martin Tvede Zachariasen frá 14. februar, og hann fer at brúka fjórðingstíð til arbeiðið.

- Vit eru sera fegin um at hava fingið høvi til at gagnnýta mongu førleikarnar hjá Martini til framhaldandi menning av Fróðskaparsetrinum, at styrkja okkara góðskumenningarskipan, umframt at leggja lunnar undir masterútbúgvingina í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini, sigur Chik Collins, rektari.

- Eg ivist ikki í, at Martinsa íkast fer at gagna okkum væl. Og so er tað eisini stuttligt at bjóða honum vælafturkomnan, tí hann tók jú sína bachelorútbúgving her á sinni, og so er pápi hansara, Petur, eisini ein av fyrrverandi rektarunum á Setrinum, sigur Chik Collins.

Martin Tvede Zachariasen, sum altso byrjar 14. februar, sigur, at tað var lætt hjá sær at siga ja, tá hetta tilboðið kom.

- Í sambandi við, at eg gavst sum rektari á IT-Universitetinum á nýggjárinum, vildi eg sera fegin brúka eitt sindur av orku upp á at hjálpa til við leiðsluuppgávunum á Setrinum. Eg havi verið knýttur at Setrinum bæði sum adjungeraður professari og sum varalimur í stýrinum í mong ár. Eisini haldi eg, at Setrið er í eini spennandi menning í løtuni, og eg vil fegin brúka mínar royndir og netverk frá donskum universitetum til at hjálpa til við arbeiðssetninginum, sum nú stendur fyri framman á dátuvísindaliga økinum.

Merkir hetta fyribilsstigið hjá tær, at tú kanska umhugsar at flyta aftur til Føroya av álvara?

- Nei, tað veit eg ikki enn. Fyribilsavtalan er, at eg verið her parttíð eitt skifti, sigur Martin Tvede Zachariasen.

FAKTA: Nú Fróðskaparsetur Føroya skal taka bachelorlesandi í KT-verkfrøði inn á hvørjum ári, umframt at hava upptøku hvørt ár av masterlesandi í dátuvísindum frá 2023, verður avgerandi at fáa starvsfólk við røttu førleikunum til stóru uppgávuna. Í løtuni verður tí søkt innan- og uttanlands eftir seks starvsfólkum við røttu førleikunum. Hvørt starvið verður sett sum antin professari, lektari ella adjunktur, treytað av førleikum og útbúgving umsøkjarans. Starv sum námslektari (fulltíðar undirvísingarstarv) kann eisini vera avtalað fyri eitt tíðarskeið, sum umsøkjari og Fróðskaparsetrið semjast um.

Lesið meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo