Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Fyri stuttum kom nýtt lag frá klaksvíksbólkinum Quarter To Three. Bólkurin er kanska kendast fyri sín stílreina og jazzkenda tónleik, ið ofta svingar við heitum rútmum.

Men hesaferð er talan um ein sálm.

Oddamaðurin í bólkinum, Magni Husgaard, hevur sett lag til orð eftir Sólrun Michelsen. Sálmurin kallast Dagur ljósi farin er.

Quarter to Three framførir og Asta Højgaard syngur. Orðini eigur Sólrun Michelsen og lagið eigur Magni Husgaard. Niclas Johannesen tók upp og framleiddi. Haraldur V. Sveinbjørnson setti út fyri strúkarar, og Óli Poulsen ljóðblandaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo