Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein annarleiðis landspolitiskur mánaði er meiri enn hálvrunnin. Formligi parturin í Løgtinginum er lagdur heilt afturum bak, men kanska verður onkur leikur afturat í forlongilsi av løgtingsfundinum í dag, áðrenn okur takka hvørjum øðrum fyri árið, ið fór.

Fríggjadagin varð fíggjarlógin fyri komandi ár samtykt. Nógv er sagt um innihald, útreiðsluvøkstur, avlop og ymiskar smálutir, so tað skal sleppa at liggja.

Ein táttur, sum var heldur positivt sjáldsamur at eygleiða og hoyra, var alt kjakið um sjálvberandi búskap og blokkstuðulin úr Danmark.

Løgtingslimir úr øllum flokkum høvdu á orði, at sjálvandi eigur blokkstuðulin at minka, nú tað búskaparliga gongur væl betri í Føroyum enn í Danmark.

Tað er ein góð kensla av hoyra og síggja hvussu ein ábyrgdarfull felags rødd um niðurlaging av blokkinum tekur skap í Løgtinginum. Ein rødd við felags áskoðan um at Føroyar eru eitt so ríkt land, at okkum ikki tørvar blokk uttan úr heimi.

Við so greiðari talu bendur alt á byrjanina til ein nýggjan spennandi kapittul í føroyskum politikki - og eina framtíð uttan fíggjarligar bindingar millum Danmark og Føroyar.

Tá fíggjarligu bindingarnar eru burturi fara okur - føroyingar og danir - at føra á mál javnbjóðis samráðingar um framtíðina í felag og framtíðina hvør sær.

Frá byrjan hevur tað verið greitt, at í Føroyum býr og virkar dugnaligt fólk, sum sjálvandi eisini er ført fyri at ráða sær sjálvum fult og heilt (eisini eftir ein dag við politiskum kaos'ið, sum prógvaði at demokratiið virkar).

Dennis Holm 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo