Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggjur Suðuroyartunnil verður ein sonn risaíløga í føroyskum høpi. Ein tunnil fer at kosta 5,4 milliardir krónur, sum er tað sama sum ein løgtingsfíggjarlóg ella 25% av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Ein onnur samanbering er, at íløgan fyri føroyingar hevði svarað til tað sama sum ikki ein men 15 Stórabeltsbrýr fyri danir.

Tað vísir ein nýggj greining, sum Landsverk hevur gjørt.

Greiningin vísir, at búskaparliga loysir tað seg best at varðveita verandi loysn á leiðini - tað vil siga eina loysn við ferju. Men fyri umhvørvið er ein tunnilsloysn tann besta, og tá er ein loysn har tok koyrir í tunnlinum tann besta men samstundis eisini nógv dýrasta loysnin.

- Í síðsta enda er hetta ein spurningur um politiska raðfesting, sigur Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, sum hevur gjørt greiningina fyri Landsverk.

Avleiddar verkætlanir koma afturat, og jarðfrøðiligar greiningar mangla eins og váðameting til dømis í samband við eld eisini manglar.

VP hevur meira um málið seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo